Umhvørvisstovan vísir kæru um vindmyllur á Sandi aftur

Umhvørvisstovan vísir kæru um vindmyllur á Sandi aftur
Tað nyttaði einki hjá heimasandsfólki at kæra um skuggakast frá vindmyllunum, sum ætlanin er at seta upp í Klivaløkshaga
 
23.07.2026 - 16:20

Festari og nøkur heimasandsfólk fáa ikki undirtøku í eini kæru um umhvørvisgóðkeningina fyri ætlaðu vindmylnurnar í Klivaløkshaga á Sandi.

Umhvørvisstovan hevur viðgjørt kæruna og metir, at tað ikki eru nýggjar upplýsingar í kæruni, 
sum geva Umhvørvisstovuni orsøk til at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð.

Smápartafelagið Vindorka fekk umhvørvisgóðenning síðst í september ígjør, men fyrst í oktober kærdu nøkur heimsandsfólk umhvørvisgókenningina.

Fólkini heima á Sandi kærdu; 
- at treytin um skuggakast kundi ikki lúkast, at skuggakastið fór at skaða lív og trivnað á Sandi, serliga í Trøðum, 
- at avrenning frá vegunum fór at ávirka serligu náttúruna á Heyga- og Fossamýru, 
- og  at árin á fuglalív í Sandsbjørgunum átti at verða fevnt av umhvørvisgóðkenningini.

Um skuggakastið sigur Umhvørvisstovan, at hon metir, at skuggakast er nøktandi viðgjørt í umhvørvisgóðkenningini. Tøkniligar kanningar vísa, at skuggakast í bygdum øki verður undir 10 tímar um árið, sum er treytin.

Ætlanin er nú at staðseta mylnurnar longur norðuri í verkælanarøkinum. Men heldur ikki á hesum stað fer skuggakast at ávirka bygt øki ella ferðslu, sigur Umhvørvisstovan. 

Um atkomuvegin sigur Umhvørvisstovan, at hann er fluttur og fer eftir lendi, har áskot og gróður er avmarkað. Eisini skal hann minst møguliga ávirka vátlendi og natúrliga frárenslið. 

Harafturat hildu heimasandsfólkini, at ferðingarmynstrið hjá fuglinum í Sandsbjørgunum millum berg og vøtn í oynni átti at koma undir umhvørvisgóðkenningina.

Men heldur ikki í hesum føri fáa tey sum kæra viðhald, tí umhvørvisgóðkenningin fevnir bara dálking og ikki árin á fuglalív. Hesi viðurskifti koma undir eina grein í el-veitingarlógini.

Vit hava tosað við ein av teimum, sum kærdu, men tað er ikki eydnast at fáa eina samrøðu um niðurstøðuna. Tey eru ikki samd um niðurstøðuna hjá Umhvørvisstovuni, men ásanna, at tað er neyvan nakað at gera afturat í hesum sambandi.

Men heimasandsfólk hava eisini heitt á Umhvørvisstovuna um at fáa økið við Gróthúsvatn og Søltuvík friðað eftir greinini um bráðfeingisvernd í Náttúruverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2024. Tey hava ikki fingið svar frá Umhvørvisstovuni um tann spurningin.

Annars kravdi Yvirfriðingarnevndin ífjør, at ferðingarmynstrið hjá fugli millum búpláss og vøtnini skuldi kannast í eitt ár.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659