- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gøtan má raðfestast fremst
Higartil eru hagapengarnir í Mykinesi millum annað brúktir til eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, sum verða brúkt í sambandi við súluveiðu.
Men gøtan út í Mykineshólm eigur at verða raðfest fyrst, sigur Pól Sundskarð, sum er ferðaleiðari og eigari av hiking.fo.
Gøtan er í ringum standi, og hon hevur eisini verið stongd fyri allari gongd, tí mett var, at ikki er gangandi út í Mykineshólm.
Hagapengar brúktir til altartalvu og walkie-talkies
Tað var í mai fjør, at hagastýrini í Mykinesi byrjaðu at krevja pengar fyri ferðafólk, ið vildu ganga túrar í Mykinesi.
Ætlanin hevur verið at brúka ein stóran part av pengunum, sum koma inn við nýggju gjaldsskipanini, til at bøta um gøtuna.
Men í Dimmalætting í dag stendur, at hagapengarnir í Mykinesi millum annað hava fíggjað eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, ið verða brúkt til súluveiðu.
Enn er ikki greitt, hvussu nógvir pengar eru komnir inn, tí uppgerðin ikki er gjørd enn, sigur Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður í Mykinesi. Harafturat sigur hann við Kringvarpið, at ætlanin er at brúka eitt sindur av pengunum til gøtuna, hann veit tó enn ikki nær og hvussu nógv.
Steðgið allari gongd í tvey ár
Men Pól Sundskarð, sum stendur fyri gjaldskipanini í Mykinesi, sigur, at gøtan má raðfestast fyrst.
- Mín loysn vildi verið, at man gjørdi gøtuna í ordiliga góðan stand og gav henni frið í eitt til tvey ár, sigur Pól Sundskarð.
Gøtan skal altso ikki bara gerast í stand. Pól Sundskarð mælir til, at steðga allari ferðslu út í Mykineshólm í eitt til tvey ár. Hann heldur eiheldur, at tað hevði tálmað ferðavinnuni í Mykinesi, um gongdin út í hólmin varð steðgað.
- Mykines er meira enn bara hólmurin. Mykines er ein vøkur oyggj, øll sum hon er. Turistarnir skilja tað øgiliga væl, sigur Pól Sundskarð.
Sí eisini