Ov lítið listarligt og søguligt virði eftir

21.08.2018 - 10:25
Innlendis
Ov lítið listarligt og søguligt virði eftir
Tjóðsavnið hevur kannað Húsagarð, eisini nevndur Meksiko, sum Tórshavnar kommuna ætlar at taka niður, og metir ikki, at garðurin eigur at friðast.

Tað er ikki nóg nógv listarligt ella søguligt virði eftir í Húsagarði, vanliga nevndur Mexiko, til at garðurin eigur at friðast.

Tað skrivar Tjóðsavnið í sínari niðurstøðu eftir at hava kannað garðin. 

Ein varðveiting kann tó verða relevant út frá søguliga týdninginum, sum garðurin hevur fyri Havnina, skrivar Tjóðsavnið, men ábyrgdin fyri tí er hjá øðrum - herundir kommunu, privatum ella felagsskapum.

Hotell skal byggjast

Smyril Line hevur søkt um byggiloyvi at byggja hotell við Oknarvegin í Havn, á stykkinum, har Húsagarður er, og tí hevur Tórshavnar kommuna ætlanir um, at taka garðin niður.  

Ætlanin var tó kærd í samband við, at broytingin í byggisamtykini lá frammi. Eisini reisti Føroya Forngripafelag friðingarsak í málinum, tí Húsagarður verður mettur at verða millum elstu garðarnar í Havnini. Óvíst er, hvussu gamal hann er, men Tjóðsavnið vísur á, at verðandi bygningur er væl yngri enn miðøld. Húsini eru tey somu, sum sígjast á Blixensláarakortinum frá 1865, men óvist er um tey eru tey somu, sum verða nevnd í Taxatiónsprotokollini frá 1784.

Garðurin var fluttur av Húsabrúgv, niðan har hann stendur í dag í 1930´unum.

Mæla ikki til friðing

Tjóðsavnið hevur tí gjørt eina kanning av friðingarvirði av garðinum, sum júst er liðug og send pørtunum í málinum. 

Og niðurstøðan hjá Tjósavninum er samanumtikið, at listarligu ella søguligu virðini hjá húsunum ikki eru nóg stór til, at málið eigur at leggjast fyri fornminnisnevndina við tilmæli um at friða húsini. Fornminnisnevndin hevur tikið niðurstøðuna hjá Tjóðsavninum til eftirtektar. 

Húsini eru broytt nógv

Í niðurstøðuni stendur millum annað, at broytingar fleiri ferðir eru gjørdar í húsunum, og tí er ov lítið eftir av upprunahúsinum eftir, til at tey eru verd at varðveita. Longu í samband við flytingina av húsunum av Húsabrúgv, eru nakrar broytingar framdar av húsunum, millum annað er útbygdi duruin ikki gjørdur aftur, gólvbrettini eru ikki løgd á sama stað, og nýggj trappa er gjørd eitt annað stað enn tann upprunaliga. 

Í 1980´unum eru umfatandi umvælingar framdar, millum annað er takið broytt, ein nýggjur kvistur bygdur, stórur partur av høvuðskonstruktiónini í stovuhæddini er skiftur, og gólv og øll vindeygu og hurðar eru skiftar. Merki síggjast tói eftir ymsa innrætting gjøgnum tíðirnar, og í ávísan mun hevði verið gjørligt at endurskapað nakað, sum minnir um uppruna innrætting, skrivar Tjóðsavnið. 

Út frá hesum metir Tjóðsavnið ikki, at bygningurin er av slíkum serligum slagi, at síggjast kann burtur  frá, hvussu lítið er eftir av uppruna konstruktiónunum, og hvussu lítið serstakar hesar eru í mun til aðrar bygningar, sum longu eru friðaðar. 

Kann varðveitast út frá søguligum metingum

Føroyar forngripafelag, sum reisti kærumál, tekur niðurstøðuna hjá Tjóðsavninum til eftirtektar, sigur Mortan Winther Poulsen, formaður.

Men hann vísur á, at í niðurstøðuni hjá Tjóðsavninum stendur eisini, at Savnið skilir sjónarmið um, at varðveiting kann vera relevant út frá øðrum metingum, eitt nú grundleggjandi, at tala er um Húsagarð, sum kann førast aftur til Landnámstíð, og hevur havt stóran týdning í søguni hjá Havnini, hóast bygningurin er væl yngri. Tí kundi ein varðveiting, eitt nú í skapi av flyting til annað stað, vera relevant. Men Tjóðsavnið metir, at ábyrgdin fyri eina tílíka varðveiting liggur hjá øðrum pørtur, herundir kommunu, privatum ella felagsskapum.

Kommunan eigur at varðveita Húsagarð

Føroya Forngripafelag heldur, at Húsagarður hevur so stóran søguligan týdning fyri Havnina, at kommunan eigur at taka ábyrgd í málinum, og varðveita gamla garðin. Mortan Winther Poulsen vísur á, at eitt nú hevði borið til at fingið húsini í ein stand, so tey líktist meira upprunaligu húsununm. Møguliga kundi húsini nýtast í samband við ætlanunum hjá kommununi um býarsavn, sigur Mortan Winther Poulsen. Hann vísur á, at nú kann Forngripafelagið ikki ger annað, enn at heita á kommuna um at varðveita garðin, tí ongin annar kærumøguleiki er, og Forngripafelagið hevur ikki fígging at rinda fyri einari varðveiting. 

Sí niðurstøðuna her

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585