Átrokandi við nýggjari brennistøð

23.08.2018 - 13:04
Innlendis›Samfelag
Átrokandi við nýggjari brennistøð
Heldur mongdin av burturkasti áfram at vaksa, er helst neyðugt at byggja nýggja brennistøð fyrr enn væntað, sigur stjórin í IRF.

Alsamt meira burturkast kemur inn til brennistøðirnar í Føroyum. Heldur mongdin av burturkasti áfram at vaksa, er helst neyðugt at fara undir at byggja nýggja brennistøð fyrr enn væntað. Tað heldur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. 

Livitíðin hjá verandi brennistøðum hevur verið mett at verða 10-15 ár, men brennistøðin hjá IRF fær nógv meira burturkast inn, at kapasiteturin longu kann verða uppi um 8 ár, sigur Poul Andrias Joensen.

Vøksturin í burturkasti hjá IRF var 16 % í fjør og 7,8 % higartil í ár. Og eisini Brennistøðin á Hjalla fær nógv meira burturkast inn, og nú er lítil kapasitetur eftir til at brenna nógv afturat.

Bæði IRF og Brennistøðin á Hjalla arbeiða við at skilja og endurnýta alsamt meira buturkast. Millum annað er IRF farin undir at gera nýggja skiljistøð.

Men neyðugt er eisini at byggja eina nýggja brennistøð, og helst skal farið vera undir hetta arbeiðið fyrr enn væntað, heldur stjórin í IRF.

Meðan stjórin hjá IRF heldur, at tað er átrokandi at byrja at fyrireika nýggja brennistøð, metir stjórin á Brennistøðini á Hjalla, at brennistøðin klárar at nøkta tørvin eitt sindur longur við at skilja betur.

IRF og Brennistøðin á Hjalla hava havt fleiri fundir um eina felags brennistøð. Eftir ætlan verða fundirnir tiknir upp fyrst í september fyri at greina nærri, hvussu stovnarnir kunnu leggjast saman, og hvar og hvussu ein nýggj brennistøð kann byggjast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655