Bara gjáarfólk skulu hava atgongd til ruskbingjuna við Gjógv

Bara gjáarfólk skulu hava atgongd til ruskbingjuna við Gjógv
Sunda kommuna hevur samtykt at flyta bingjuna, sum er til gjáarfólk, læsa hana inni, og geva fólki lykil, so tey kunnu sleppa av við tað stóra ruskið.
 
28.06.2022 - 17:36

Í framtíðini mugu fólk, sum eru á vitjan við Gjógv, sjálvi syrgja fyri, at húsarhaldsburturkastið verður beint burtur.

Sunda kommuna hevur samtykt at flyta bingjuna, sum er til Gjáarfólk, læsa hana inni og geva fólki lykil, so tey kunnu sleppa av við ruskið.

Í løtuni krevur binguplássið sera nógvar ábøtur, tí brim fer illa við garðinum. Tí er ætlanin at flyta bingjuplássið niðan á campingøkið.

Harumframt verður bingjan í høvuðsheitum brúkt til húsarhaldsrusk frá fólki, sum ikki eru fastbúgvandi við Gjógv. Og tí skal bingjan læsast, og einans fastbúgvandi íbúgvar skulu hava lykil. 

- Vit ætla at syrgja soleiðis fyri, at tey, sum búgva við Gjógv, fáa atgongd til bingjuna, soleiðis at tey sleppa av við tað stóra ruskið, sum tey munnu hava. Bingjan er ikki ætlað húsarhaldsruskið, sigur formaðurin í teknisku nevnd og leggur afturat, at kommunan hevur avtalu við IRF um at heinta húsarhaldsruskið hjá íbúgvum við bústaði í bygdini. 

Fólk, sum ikki hoyra heima í kommununi, mugu so gera eina avtalu við IRF, um teirra burturkast skal heintast, sigur Rógvi Nybo, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu.

- Okkara skyldur eru mótvegis teimum, sum búgva í kommununi. Tey rinda kommunuskatt, og tey fáa tískil húsarhaldsruskið heintað. Tey, sum ikki gjalda kommunuskatt, mugu tí sjálvi gera eina avtalu við IRF, og soleiðis hevur tað altíð verið, sigur Rógvi Nybo. 

Eftir ætlan kemur skipanin í gildi skjótast gjørligt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804