VEKS flytur dementan mann á nýtt røktarheim

27.08.2018 - 17:35
Innlendis
VEKS flytur dementan mann á nýtt røktarheim
Heimatænastan VEKS heldur fast um avgerðina at flyta ein eldri mann, sum hevur demens, frá røktarheimi í Runavík til røktarheim í Streymnesi.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Eysturoyar Ellis- og røktarheim skal ikki longu hýsa 80 ára gamla, dementa manninum. Veks ætlar at geva manninum nýtt búpáss á Mørkini í Streymnesi.

Familjan hjá 80 ára gamla manninum kærdi í mai mánað avgerðina hjá VEKS-samstarvinum at flyta hann á eitt annað røktarheim. Veks er samstarv millum Vestmanna, Kvívík, Eiði og Sunda kommunu. 

Familjan óttast afturstig

Maðurin skal flytast av Eysturoyar Ellis- og røktarheimi í Runavík til Ellis- og røktarheimið á Mørkini, sum er í Streymnesi, sum Veks-samstarvið varðar av. 

Tey avvarðandi eru ímóti flytingini, tí maðurin hevur demens, og Eysturoyar Ellis- og røktarheim hevur verið hansara heim seinastu 13 árini.

Tey óttast fyri, at flytingin fer at geva honum álvarslig afturstig.

VEKS heldur fast: Maðurin skal flytast

Men hóast kæruna frá familjuni, og hóast kæruviðgerðin ikki er liðug, hevur Veks boðað manninum frá, at hann skal flytast. Týsdagin í farnu viku fekk hann eitt bræv frá Veks um, at tey ætla at flyta hann á Mørkina.

Marjun Joensen, sum er avvarðandi, stendur spyrjandi saman við hinum í familjuni.

SÍ EISINI: Noyddur at flyta røktarheim

Í brævinum grundgevur Veks fyri, hví tey ætla at flyta hann. Tey vísa m.a. á, at búplássið í Runavík kostar góðar 699.000 krónur. Sunda Kommuna, haðani maðurin upprunaliga er ættaður, eigur ikki longur í Eysturoyar ellis- og røktarheimi.

Veks vil ikki longur gjalda fyri búplássið, tí tey meta seg kunna hýsa honum á Mørkini ístaðin. Og so eru aðrar grundgevingar eisini í brævinum. Tænastan er góð, og sama er umhvørvið.

Onga viðmerking

Marjun Joensen sigur, at 80 ára gamli maðurin er ikki førur fyri at skilja tað, sum Veks-samstarvið skrivar, tí hann hevur demens.

Tey mæla staðiliga frá at flyta hann úr sínum gerandisumhvørvi, har hann hevur verið seinastu 13 árini.

Niels A. Joensen, leiðari hjá Veks, sigur, at hann hevur onga viðmerking til málið, tí talan er um eitt persónsmál.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823