- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Menningarkvoturnar eru til meira skaða enn gang í eini tíð við nógvari ferð á búskapinum og manglandi arbeiðsmegi. Byggivinnan og ferðavinnan skulu kappast við fiskivinnuna um hendurnar, og tað skeiklar arbeiðsmarknaðin at fiskavirking á landi er so nógv stuðla, sum við menningakvotunum, sum krevur at fiskurin skal virkast á landi í eitt nú Hvalba í Miðvági og í Vestmanna. Hetta er ikki góður vinnupolitikkur, sigur Marita Rasmussen, stjóri í vinnuhúsinum. Tvørturímóti skapar tað størri løngarglíðing, og tað verður helst neyðugt at innflyta arbeiðsmegi at virka fiskin. Hoyr eisini kjakið millum Høgna Hoydal landsstýrismann, Jørgen Niclasen, formann í Fólkflokkinum, Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




