Mótmæla, at dalur verður vatngoymsla hjá SEV

22.09.2018 - 13:01
Innlendis›Tøkni
Mótmæla, at dalur verður vatngoymsla hjá SEV
Ergidalur í Hovi skal fáa frið, siga hovbingar og Føroya Náttúru og umhvørvisverndarfelag
Hovs bygd.

Føroya Náttúru og umhvørvisverndarfelag mótmælir, at Ergidalur í Hovi verður gjørdur til vatngoymslu hjá SEV.

Tað stendur at lesa á sudurras.fo.

Ætlanin at gera pumpuverk í Ergidali varð løgd fram á almennum kunningarfundi í Hovi í farnu viku.

Fornleivdir eru funnar eftir búsetingum frá víkingatíðini í Ergidali, og FNU finst at orkupolitisku ætlanini hjá SEV og Umhvørvisstovuni, tí hon ikki leggur upp fyri náttúru, umhvørvi og mentanararvi.

Avleiðingin verður, at Ergidalur verður lagdur undir vatn.

Og hovbingar finnast eisini at ætlanunum. 

Finnbjørn Hovsgarð úr Hovi segði millum annað soleiðis við Jóhann Mortensen í sendingini Frítíð og náttúra:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334