Í elevatori við Amy Winehouse

05.10.2018 - 18:29
ListTónleikur
Í elevatori við Amy Winehouse
Gunn Hernes greiðir frá sínum virksemi sum konsertfyriskipari
Gunn Hernes, nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum
Mynd: Leivur Thomsen  

Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes úr Noregi hevur drúgvar royndir sum konsertfyriskipari. Hon hevur skipað fyri fleiri konsertum í Noregi við stórum nøvnum. Millum hesi var enska songkvinnan Amy Winehouse, sum andaðist í 2011. Hoyr Gunn greiða frá, hvussu arbeiðið fór fram, og hvørjar tankar hon og hennara medfyriskiparar gjørdu sær, tá Amy Winehouse kom til Noregs, har hon varð handtikin við cannabis uppi á sær. Løtan, tá Amy trein á pall var bæði góð og syrgilig, tí Amy Winehouse var bundin at bæði rúsdrekka og narkotika um tað mundið, og hon var eisini sjónliga ávirkað á pallinum. Men hetta var uppá gott og ilt ein umráðandi løta fyri norskt tónleikalív, sigur Gunn. Upplivingin hevur gjørt, at hon hevur fingið stóra virðing fyri tónleikarum, sum eru á konsertferð, tí hon veit, hvussu hart tað mangan kann verða

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763