- Vit mugu taka okkum saman og gera okkurt við tað

19.10.2018 - 14:00
Innlendis
- Vit mugu taka okkum saman og gera okkurt við tað
15-ára gamla Fríðunn Bolstad Mortensen hevur vunnið norðurlendska skrivikapping um umhvørvi, og hon ætlar at hava politiska ávirkan á umhvørvismál.
Hugsa tær, at tín næsta telefon er gjørd úr plasti, sum er tikið upp úr havinum, hvussu kul hevði tað ikki verið?, skrivar Fríðunn m.a. í vinnarastílinum.

- Dálking og umhvørvi fyllir als ikki nóg nógv í tilvitskuni hjá ungum sum eldri. Tað sigur Fríðunn Bolstad Mortensen.

Teksturin, Havið dýra undur, hjá 15-ára gomlu Fríðunn Bolstad Mortensen úr Nám X í Havn, hevur vunnið skrivikapping, sum norska Norrøna felagið skipaði fyri.

Skuldu skriva um umhvørvið

Felagið bjóðaði, í samstarvi við norsku limunum í Norðurlandaráðnum, øllum norðurlendskum næmingum við til skrivikappingina. Næmingarnir skuldu skriva um hav og umhvørvi.

Avbjóðingin ljóðaði soleiðis: Hvussu kunnu vit í Norðurlondum skipa eina trygga og góða framtíð fyri havinum, umhvørvinum og komandi ættarliðum? Ein dómsnevnd valdi tríggjar vinnarar.

Føroyingar eru stoltir av havinum

Fríðunn Bolstad Mortensen er ein av teimum trimum vinnarunum, og hon skrivaði um føroyska stoltleikan av havinum. 

- Eg havi skrivað nógv um Føroyar, og at vit eru stolt av havið okkara, tí tað er tað, sum eyðkennir Føroyar. So havi eg eisini skrivað um, hvussu vit kunnu betra um dálking, sigur Fríðunn um vinnarastílin, sum setir sjóneykuna á dálking.

Stoltleikin av egnu náttúru

Tað var eisini júst hendan stoltleika, sum dómsnevndin legði dent á í grundgevingini av vinnarunum. Millum annað varð sagt um tekstin hjá Fríðunn at:

"Havið dýra undur" er ein poetiskur tekstur, ið byggir á yrkingar og søguligar avturlítingar, tekur fram stoltleikan av egnu náttúru og nýtir lokal dømir frá heimstaðnum hjá høvundanum, Føroyum. Høvundurin vísir á góðan hátt samanhangin millum búskaparliga og umhvørvisliga burðardygd, og hvussu dálkingin í havinum ávirkar okkara spísikamar. Høvundurin vísir eisini á ítøkiligar atgerðir: Frá festivali sum ávirkingarmegi - til tørvin á meiri norðurlendskum samstervi"

- Vit mugu taka okkum saman

Dálking er eisini eitt evni, sum hugtekur 15-ára gomlu Fríðunn, og hon heldur ikki, at ung gera nóg nógv fyri at basa dálking.

- Vit hugsa ikki um tað, tá vit blaka eitt lítið plastikk út í náttúruna. Eg haldi, vit mugu taka okkum saman og hugsa meira um hetta her, sigur hon og leggur afturat, at hon sjálv ætlar at gera okkurt við trupulleikan. 

- Eg ætli mær at hava nakað at siga í hesum, tí eg haldi, at tað er ein øgiliga stórur trupulleiki, sigur 15-ára gamla Fríðunn, sum er sera áhugað í politikki, har hon sær seg sjálva arbeiða við umhvørvismálum í framtíðini. 

Umframt heiðurin hevur Fríðunn vunnið ein túr til Noregs, har hon skal brúka ein dag saman við norðurlendskum politikarum í sambandi við, at Norðurlandaráðið hevur sín ársfund í norska høvuðsstaðnum, Oslo, seinast í mánaðinum.

Hoyr samrøðu við Fríðunn omanfyri. 

Stílurin við heintinum "Havið dýra undur" hjá Fríðunn Bolstad Mortensen kann lesast her. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115