Krabbameinsavtala við sjúkrahúsið í Aalborg

19.10.2018 - 08:52
InnlendisHeilsa
Krabbameinsavtala við sjúkrahúsið í Aalborg
Føroyskar kvinnur, sum fáa bróstkrabba, skulu frá 1. januar hava viðgerð frá læknum á Aalborg Sjúkrahúsi.
Jóanis Erik Køtlum er sjúkrahússtjóri, og hann lovar, at nýggja avtalan gevur bróstkrabbasjúklingum gott og væl samkipað tilboð.

Landssjúkrahúsið hevur sagt avtaluna við íslendska krabbaskurðlæknan upp, og nýggj avtala er gjørd við Aalborg Sjúkrahús um at taka sær av bróstkrabbaviðgerðini í Føroyum.

Føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava stríðst fyri at varðveita skipanina við íslendska bróstkrabba-skurðlæknan, Kristian Skúla Ásgeirsson.

Men nú er greitt, at hetta samstarvið endar, og ístaðin verður tað Aalborg Sjúkrahús, sum fer at taka sær av føroyskum bróstkrabbasjúklingum.

Eisini plastikkskurðviðgerðir

Avtalan við Aalborg gevur betri samskipan, og avtalan gevur eisini sjúklingum eitt betri tilboð enn í dag, lovar sjúkrahússtjórin, Jóanis Erik Køtlum.

Avtalan inniber, at meginparturin av kvinnunum, sum fáa bróstkrabba, verða skurðviðgjørdar í Føroyum.

Ein orsøk til at føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava verið glað fyri íslendska serlæknan, er at hann umframt at vera serkønur í bróstkrabbaskurðviðgerð, eisini er plastikk-skurðlækni.

Avtalan við Aalborg fer eisini at geva føroyskum kvinnum atgongd til plastikkskurðviðgerð, sigur sjúkrahússtjórin.

Avtalan við Kristian Skúla Ásgeirsson endar 1. januar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244