Tríggir vatnskaðar á Glasi

20.10.2018 - 17:25
Innlendis›Samfelag
Tríggir vatnskaðar á Glasi
Ábøtur, sum skuldu gerast í heystfrítíðini, eru seinkaðar av trimum arbeiðsóhappum. Tí sleppa næmingar og lærarar ikki í skúla fyrr enn hósdagin
Skúlagongdin á Glasi byrjar ikki aftur fyrr enn hósdagin

Nýggi og stásiligi skúlabygningurin í Marknagili í Havn er ikki klárur at lata uppaftur fyri næmingum og lærarum, nú heystfrítíðin er av og gerandisdagurin á Glasi annars skuldi byrja aftur mánadagin.

Í dag boðar rektarin Bogi Bech Jensen frá, at skúlagongdin byrjar ikki aftur fyrr enn hósdagin.

Í heystfrítíðini hevur verið arbeitt við at gera bygningin lidnan innan. Men arbeiðið hevur ikki gingið eftir vild, og er seinkað. Tí hevur Landsverk, sum er byggiharri, biðið um at fáa tríggjar arbeiðsdagar afturat í næstu viku.

Arne Debes Madsen, leiðari á Byggideildini hjá Landsverki, upplýsir, at hesa vikuna hava ikki færri enn tríggir vatnskaðar seinkað arbeiðnum. Talan er tó ikki um stórar skaðar, men smærri arbeiðsóhapp, ið tó samanlagt seinka arbeiðnum nógv.

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, sigur at leiðslan í næstu viku fer at leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at tað mista verður vunnið innaftur.

-Tað er eingin skandala, at vit missa tríggjar undirvísingardagar nú. Vit vilja heldur koma aftur til ein betri skúla, tá handverkararnir eru lidnir, og so leggja vit kabalina soleiðis, at næmingarnir fáa sína undirvísing kortini, sigur Bogi Bech Jensen.

Sambært rektaranum skulu næmingarnir tó ikki óttast at noyðast í skúla leygardag, hóast tey nú missa tríggjar undirvísingardagar.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Arna Debes Madsen, leiðara á Byggideildini hjá Landsverki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672