Greta hevur nógv jørn í eldinum

26.10.2018 - 20:40
List›Tónleikur
Greta hevur nógv jørn í eldinum
Hon arbeiðir fyri at fáa fleiri kvinnur á pall
Greta Svabo Bech
Mynd: Leivur Thomsen  

Greta Svabo Bech hevur seinastu árini av álvara sligið sítt navn fast í føroyska medvitið við sínum serliga klangi og huglagi. Greta var tónleikagestur í vikuskiftissendingini, har hon greiddi frá um ymisk tiltøk, hon arbeiðir við. M.a. hevur hon verið við til at skipa fyri tiltakinum "Gentur rokka", sum hevur til endamáls at fáa fleiri ungar kvinnur at spæla ljóðføri. Konseptið er víðkað til "Kvinnur rokka", sum veður hildið í Dávavirkinum í Klaksvík 9.-11. november. Greta hevur úr at gera, ti sama vikuskifti, 10. november, verður konsert í Norðurlandahúsinum við konseptinum "Hun solo", sum telur fimm kvinnur, fýra danskar og eina føroyska, sum hvør sær fara at framføra sín tónleik í konsert. Konseptið er skipað á tann hátt, at tvær vertinnur standa fyri tiltakinum, Nana Jabobi og Kirstine Stubbe Teglbjærg, meðan gestir eru Gurli Octavia, Iris Gold og altso Greta Svabo Bech. Umframt hetta er Greta við í sangbólkinum Kata, sum í næstum hava konsertir. Hoyr eisini gretu syngja ein vakran san í innslagnum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334