- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svakurleiki Gretu

Greta hevur gjørt nakað, ið eingin annar føroyingur hevur megnað.
Hon hevur verið tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Hetta var aftur í 2011 fyri sangin "Raise Your Weapon" hjá kanadisku heimstjørnuni Deadmau5, sum Greta sang.
Men Greta, sum í dag er búsitandi í Suðurvestur-Fraklandi saman við manninum Fred og trý ára gomlu dóttrini Bellu, hevur ikki gjørt nakað, ið nógvir aðrir føroyingar hava megnað.
Hon hevur ongantíð givið eina heila plátu út.
Tað ger Greta í morgin, fríggjadagin 17. apríl.
Svakurleiki
"Beautiful Obscenery" kallar hon útgávuna, sum er eitt heiti, ið hon sjálv hevur týtt til "Svarkurleiki" á føroyskum.
"Mær dámar væl mótsetningar, og tá mann býr í Føroyum, so kann mann møðast eitt sindur av at hoyra tær somu klisje'irnar um, hvussu vakurt tað er í Føroyum. 'Wauw! Such beautiful scenery'. Tí byrjaði eg at spæla mær við orðunum 'Beautiful Scenery', ið merkir vakurt landslag, og so 'obscene', ið merkir andstyggiligt. Tann málsliga samanbrestin, 'Beautiful Obscenery, dámdi mær væl."
Í tí sambandi er Greta gestur í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum í dag klokkan 13.
"Tað kravdi, at Bella varð fødd, at eg innspældi eina heila plátu," sigur Greta Svabo Bech (Myndir: Greta Svabo Bech á Facebook)
Tíðin blívur dýrabær
Spurningurin, ið flest fólk nokk sita við, er, hvussu ólukkan tað ber til, at tað hevur tikið so nógv ár hjá Gretu Svabo Bech at geva sína fyrstu plátu út.
"Eg haldi, at tað kravdi, at Bella varð fødd, at eg kom hartil, at eg innspældi eina heila plátu. Tíðin blívur øgiligar dýrabær, tá mann fær børn, so avbjóðingin varð, at alt, ið eg skrivaði og upptók, skuldi kennast nátúrligt og rætt, og tað skuldi gerast einfalt," greiðir Greta frá.
"Tónlistarliga havi eg altíð roynt at skapað okkurt, ið skuldi vera øðrvísi og skilja seg burturúr rúgvuni. Tað hevur viðført, at eg til tíðir havi yvirframleitt mín tónleik. 'Beautiful Obscenery' gongur beint ímóti hesum. Millum annað eru ongi beats (trummur) á plátuni, og tað hevur verið spennandi at roynt. Í so máta skilmarkar plátan eina nýggja, tónlistarliga byrjan fyri meg."
Eitt tónlistarligt klemm
Upptøkurnar til plátuna hava Greta Svabo Bech og Fred Ruddick gjørt í upptøkuhølinum heima í Fraklandi, og tær eru gjørdar spontanar løtur og innspældar á band við einari gamlar, analogari bandmaskinu.
Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Ragnari Finssyni og Mikael Blak.
"Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt tónlistarligt klemm. Eg royni at loyva mær sjálvari at vera viðkvom ella viðbrekin á hesari útgávuni. Er tað nakað, sum tað at gerast mamma hevur lært meg, so er tað, at tað er styrki í at vera viðbrekin."
Løtumyndir av upptøkunum av "Beautiful Obscenery" í Fraklandi (Myndir: Greta Svabo Bech á Facebook)
Undirspælt heldur enn yvirspælt
Íblásturin til stílskiftið stavar eisini frá tíðini í Føroyum, tá Greta bleiv hugtikin av at spæla inniligar stovukonsertir.
"Stovukonsertirnar noyddi meg at útseta sangirnar upp á ein meira innilagan og minimalistiskan máta, og tað dámdi mær væl, og tað hoyrist aftur á plátuni. Sangirnir skulu bæði ljóðliga og teksliga lýsa innara landslagi í einum menniskja, sum í roynd og veru allatíð er í broyting. Sangirnir eru undirspældir heldur enn yvirspældir, og plátan er sum ein sangdagbók við yrkingum, søgum og millumbilum," greiðir Greta frá, áðrenn hon útgreinar víðari.
"Eg vil gjarna hava, at hesir sangirnir kennist sum at ferðast á markinum millum gerandislívið og dreymaverðina. Tað er kenslan av at standa uttanfyri og hyggja inn, og at vera innanfyri og hyggja út. Eg elski eisini tankan um tað vakra, ið fer til grundar, men eisini gandin í tí gerandisliga."
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð





























