Greta hitar upp til G! við vøkrum sjónbandalagi

Greta hitar upp til G! við vøkrum sjónbandalagi
Nú Greta Svabo er komin til Føroya at spæla á G! festivalinum, gevur hon út sjónbandalag til staklagið “islands”. Sangurin er ein kvøða til oyggjafólk
Mynd: Úr sjónbandalagnum "islands"  
 
16.07.2025 - 10:11

Í síðstu viku útgav Greta Svabo nýggja staklagið "islands". Sangurin er skrivaður í Føroyum, og er ein kvøða til oyggjafólk.

Í samband við, at nú Greta er komin til Føroya at spæla á G! festivalinum fríggjadagin, gevur hon eisini sangin út sum sjónbandalag. 

Orðið 'isolation' kemur frá latínska “insulatus”, sum merkir "at vera gjørdur til eina oyggj."  

"Hetta er ein kensla, sum føroyingar og onnur frá smásamfeløgum ofta kenna seg aftur í. Video lýsir tað fløkta í at kenna seg sum partur av og samstundis isoleraðan frá okkara sambondum við hvønn annan og við okkara umhvørvi," sigur Greta Svabo um sangin og sjónbandalagið. 

 

We were on an island singing
We are the only ones,
now I’m thinking of you
singing am I the only one
(úr "islands")

Sambært Gretu Savbo, so er boðskapurin í "islands" eisini orsøkin til, at grønlendski bólkurin Small Time Giants longu hevur útgivin eitt cover av sanginum á útgávuni "Formed by Mistakes".

Meginparturin av sjónbandalagnum er filmaður í Mjáuvøtnum, og tað eru Gaui H og Andi Hampton, ið hava filmað. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040