Innkomuvegirnir mugu raðfestast nú

28.10.2018 - 18:27
InnlendisSamfelag
Innkomuvegirnir mugu raðfestast nú
Borgarstjórarnir í Havn og í Runavík heita á landsins mynduleikar um at raðfesta innkomuvegirnar til Eysturoyartunnilin

Innkomuvegirnir til Eysturoyartunnilin áttu at verið partar av tunnilsverkætlanini frá byrjan. Men ivasamt er um tað ber til at knýta innkomuvegirnir í tunnilsverkætlanina nú.

Tað sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, nú Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu mælir løgtinginum til at broyta lógina um Eystur- og Sandoyartunlar, soleiðis at tunnilsfelagið eisini kann gera innkomuvegirnar til báðar tunlarnar. Torbjørn Jacobsen ivast í, hvussu tað kann ávirka lánið hjá tunnilsfelagnum.

Annika Olsen segði við útvarpið fríggjardagin, at tað vísur seg, at løgtingið ikki raðfestir innkomuvegirnar á íløgukørmunum hjá landinum. Tí metir hon, at ein lættari máti at fíggja innkomuvegirnar er, at leggja vegagerðina til tunnilsfelagið, sum er eitt alment partafelag uttanfyri fíggjarlógina.

Átrokandi við fígging

Torbjørn Jacobsen, heldur, at landið má seta pening av til innkomuvegirnar sum skjótast, tí annars verður ferðsluruðuleiki, tá tunnilin letur upp. Hann finnst tí harðliga at landinum, fyri ikki at hava sett fígging av til innkomuvegirnar.

Torbjørn Jacobsen vísur tó á, at nú løgmaður hevur yvirtikið málsøkið samferðslumál, so hevur samskifti verið millum partarnar, og tí hevur hann eina ávísa vón um, at tað fer at bea til at fáa semju um ein verklagslóg, sum skal tryggja, at gongd kemur á arbeiðið at gera innkomuvegirnar.

Runavíkar kommuna hevur gjørt eina frágreiðing um, hvussu innkomuvegurin kann skipast, har mælt verður til at gera eina veg framvið havnalagnum í Runavík. Hetta er neyðugt fyri at flyta ferðsluna úr miðbýnum í Runavík, sigur borgarstjórin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552