Fyrsta bil-rampa í Føroyum

11.07.2020 - 16:47
Innlendis›Samfelag
Fyrsta bil-rampa í Føroyum
Ein bilrampa, sum vit kenna tær frá motorvegum, verður partur av nýggja innkomuvegnum til Havnar
Mikkel Heide Frandsen er ferðslufyriskipari hjá Landsverki.
Mynd: Uni Leitisstein Hansen  

Í 15 ár hava tvær brúgvar staðið einsamallar og gløtt út í tóman heim á Vatnaskørum oman fyri Hoyvíkina uttan nakað beinleiðis samband við vegakervið og heimin annars.

Men gongur sum teknisku deildirnar hjá Landsverki og Tórshavnar kommunu ætla, so verður økið millum Kringluna og Sundsvegin, har brúgvarnar standa, ein liður í føroyskari samferðslusøgu.

Har skal nevniliga fyrsta sonevnda rampu-skipan, sum vit kenna tær frá motorvegunum í útlondunum, gerast, sum kann flætta ferðsluna frá kommunalu vegunum inn á nýggja innkomuvegin, sum verður ein landsvegur, sigur Mikkel Heide Frandsen, ferðslufyriskipari í Landsverki.

Fastasti og longsti ferðsluknútur

Brúgvarnar á Vatnaskørðum umboða ein tann fastasta og longsta ferðsluknútin í Føroya søgu, tí í 15 ár ella meira hava Tórshavnar kommuna og Landsverk keglast um nýggja innkomuvegin, íbindingar og mangt annað. 

11 milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini til innkomuvegin í ár, og um løgtingið fær samtykt neyðugu verkætlanarlógina eftir ólavsøku, sum Landsverk sleppur at brúka pengarnar, so kann arbeiði upp á nýggju rampu-skipanina á Vatnaskørðum byrja í heyst.

Men rampu-skipanin á Vatnaskørðum er bara ein lítil partur av umfatandi arbeiðinum, sum skal gerast í sambandi við innkomuvegin, og 11 milliónir er bara ein brotpartur av tí játtan, sum skal til, fyri at gera vegin lidnan.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392