Kundi endað heilt galið

bannari
28.11.2018 - 12:47
Innlendis›Samfelag
Kundi endað heilt galið
Ein loftslisti datt einar 7 - 8 metrar niður í ítróttarhøllini á Glasi - lukkutíð stóð eingin næmingur undir, sigur Bogi Bech Jensen

Í farnu viku datt ein listi einar 7 - 8 metrar niður úr loftinum í ítróttarhøllini á Glasi. Høllin er stongd, tí hon er ikki trygg, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.

Leysu loftslistarnir eru bara eitt av 21 ábótum sum mangla fyri at skúladepilin í Marknagili skal virka sum vant, sambært landsstýriskvinnuni í mentamálum.

Aðrar ábøtur, sum eru nevndar á hennara lista eru illa uppmerktar rýmingarleiðir, vantandi neyðljósskipanir og handlistar í stóru høllini, sum er seks hæddir.

Rigmor Dam hevur biðið løgtingið um 28,6 milliónir til Glasir. Samstundis boðar landsstýriskvinnan frá, at hon møguliga skal brúka yvir 17 milliónir aftrat til skúlan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213