Kenna einki til nakrar rættarligar fylgjur

06.12.2018 - 15:46
InnlendisSamfelag
Kenna einki til nakrar rættarligar fylgjur
Høvuðsráðgevin hjá Landsverki, Bjarke Ingels Group, veit einki um nakað rættarligt eftirspæl í samband við bygginga av skúladeplinum við Marknagil.

Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, segði í útvarpinum 7. november í ár, at orsøkin til, at verkætlanin við Marknagil var farin av sporinum, var eitt vánaligt projekt, sum høvuðsráðgevin, tað vil siga Bjarke Ingels Group, hevði ábyrgdina av. Samstundis segði hann, at BIG er kunnað, um at tað fær rættarligt eftirspæl.

Men hjá Bjarke Ingels Group, stytt BIG, vita tey einki um nakrar rættarligar fylgjur. 

Hava hoyrt um tað í miðlunum

- Vit hava bara hoyrt um eitt rættarligt eftirspæl í fjølmiðlunum, sigur BIG í einum skrivligum svari til útvarpið í samband við framsetingina hjá stjóranum á Landsverki um, at tað er eitt vánaligt projekt frá høvuðsráðgevanum BIG, sum er orsøkin til trupulleikarnar við Glasi.

BIG vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men sigur, at tað er byggiharrin - í hesum førinum Landsverk, sum úttalar seg vegna verkætlanina. 

Fegnast um kanningina hjá Samferðslumálaráðnum

Hinvegin vilja tey fegin rætta misskiljingar í almenna rúminum, sigur pressufólkið í einum telduposti til útvarpið. 

- Vit seta stóran prís upp á, at Samferðslumálaráðið nú fer at seta seg inn í, hvat er hent í hesum samansetta byggimáli, og BIG tekur væl ímóti kanningini. 

BIG sigur seg somuleiðis vóna, at kanningin fer at varpa ljós á, hvussu serligu umstøðurnar kring uppsøgnina av TG Verk og roknifeilin hjá Lemming og Erickson, sum var undirveitari hjá BIG, hevur ávirkað verkætlanina. 

Ósemja um flagtekjuna

Hetta er ein stórur trupulleiki, sigur Ewald Kjølbro eisini. Men stjórin á Landsverki peikar eitt nú eisini á eina ósemju um flagtekjuna, sum sambært Ewaldi Kjølbro ikki var ein haldbar loysn.

Hetta er ikki rætt sigur BIG, sum tvíheldur um, at bygningurin kann bera flagtak.

Sambært teimum kunnu fýra av seks tekjum á Glasi bera vanligt, føroyskt flag, meðan tvær av tekjunum kunnu bera sokallað sedum-flag, sum ikki er líka tungt sum føroyska flagið.

Kenna einki til feilir í tekningunum

Vánaligar tekningar vilja tey heldur ikki hava sitandi á sær. 

- Tað er rætt, at okkurt tilfar er vorðið dýrari, og harafturat er verkætlanin vorðin dýrari av, at TG Verk var skift út við ein dýrari arbeiðstakara í 2016. Tað er sera sjáldsamt at skifta ein verktakara út mitt í verkætlanini, og hetta hevur uttan iva havt avleiðingar fyri góðsku og prís, sigur BIG.

BIG kennir einki til feilir í tekningunum, sigur rágevingarfyritøkan. 

At enda bjóðar fyritøkan seg fram í samband við kanningina, sum verður gjørd av Samferðslumálaráðnum 

Tað er av stórum týdningi, at málið verður kannað ordiligt, og vit greiða fegin landsstýrismanninum frá okkara royndum, sigur BIG at enda í skrivliga svarinum til útvarpið

Kunnu vænta eitt rættarligt eftirspæl

Ewald Kjølbro ger ikki viðmerkingar til byggiverkætlanina, meðan Samferðslumálaráðið kannar Landsverk. 

Hann stendur tó fast við, at har verður eitt rættarligt eftirspæl móti høvuðsráðgevanumm, BIG. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010