Starvsfólk á Glasi ónøgd við leiðsluna 

Starvsfólk á Glasi ónøgd við leiðsluna 
Tað haltar við trivnaðinum hjá starvsfólki á Glasi. Tað vísir kanning frá í fjør, sum mestsum er tagd burtur av leiðsluni
22.05.2026 - 20:31

Trivnaðurin hjá starvsfólkinum á Glasi er undir trýsti.

Tað vísir nýggjasta trivnaðarkanningin, sum bleiv gjørd í februar í fjør.

 

Serliga ónøgd við leiðsluna

Kanningin er býtt upp í fleiri øki, og hyggur mann nærri eftir, hvar nøgdsemi haltar mest, so er tað við leiðsluna. 

Lærarar kenna seg ikki hoyrdar ella stuðlaðar av leiðsluni.

Starvsfólkini finnast at tí fjaru og stýrandi leiðsluni og vilja hava størri lut í avgerðum og meira álit.  

Tað er eitt samankók av tí, sum starvsfólk á Glasi skriva um leiðsluna á staðnum. Men júst hesin parturin er tagdur burtur av leiðsluni á Glasi.

 

Úrslitini eru álvarslig

Nikolina Olsen er næstforkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám, sum umboðar ein stóran part av gymnasialu lærarunum í landinum. 

Og sambært henni er støðan álvarslig, og tí skilir hon ikki, at tað skuldi vera so trupult at fáa fatur á kanningini. 

- Ein framløga bleiv hildin um nøkur av úrslitunum, men har var einki kjak og eingin møguleiki at seta spurningar, sigur hon. 

 

Royndu at fáa fatur í kanningini

Í fleiri mánaðir royndu álitisfólk á Glasi at fáa fatur á kanningini.

Tá tað ikki eydnaðist, valdi Yrkisfelagið at biðja um innlit í trivnaðarkanningina - eitt ár eftir, at kanningin annars var liðug og partvíst løgd fram. 

Soleiðis sum úrslitini vístu seg at vera, so skilir næstforkvinnan í felagnum ikki, at leiðslan meir ella minni hevur tagt tann minni góða partin av kanningini burtur.

Hevði Yrkisfelagið vitað um hetta fyrr, so er eingin ivi um, at felagið hevði átalað støðuna, sigur Nikolina Olsen.

 

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786