Vinkonur fáa prógv í føroyskum sum annaðmál

Vinkonur fáa prógv í føroyskum sum annaðmál
Tað var ein fagnaðarløta hjá vinkonunum úr Nigeria, tá tær fyrr í dag fingu prógv fyri at hava staðið fyrsta stigið í føroyskum sum annaðmál
22.06.2026 - 20:35

Smílini vóru nógv á Glasi í dag, tá ein hópur av tilflytarum fingu prógv handað í føroyskum sum annaðmál.

Millum hesi vóru vinkonurnar Norah Nuakego Orji og Daniel Opia Queen.

Tær eru báðar úr Nigeria, og hava búð í Føroyum í ávikavist tvey og trý ár. 

Tað hevur bæði verið torført, avbjóðandi og stressandi, siga tær, men tær kláraðu tað, og nú fegnast tær um úrslitið.

Nú tær báðar hava valt at búseta seg í Føroyum, eru tær samdur um, at tær merkja eina ábyrgd at læra seg málið. 

Og tað er umráðandi at læra málið, spyrt tú Vivian Begerau, sum undirvísir tilflytarum.

- At duga málið merkir, at mann kann luttaka. Skilur mann ikki, hvat verður sagt, so følir mann seg skjótt uttanfyri.

Og við alsamt fleiri tilflytarum, sum vilja læra málið, er eisini ein vaksandi tørvur á undirvísarum í føroyskum sum annaðmál.

- Tað er ein ótrúliga stórur áhugi, og til at undirvísa so nógvum næmingum, hava vit sjálvandi eisini tørv á lærarum, so eg vóni, at tað gerast fleiri lærarar útbúnir, sigur Vivian Begerau.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688