Flogruta til New York týdning fyri ferðavinnuna

16.12.2018 - 18:31
Innlendis
Flogruta til New York týdning fyri ferðavinnuna
Fær Atlantsflog loyvi at flúgva til New York, verður tað lættari at fáa amerikansk ferðafólk at koma til Føroya, vísur Guðrið Højgaard á.

Atlantsflog hevur biðið amerikonsku flogmynduleikarnar um loyvi at flúgva rutuflúgving og charterflúgving millum Vágar og New York.
Tað skrivar Aviator, sum er amerikanskur miðil um flogferðslu, og tað váttar Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, eisini fyri Kringvarpinum.

- "Tað er rætt, at vit júst hava søkt um loyvi at flúgva til New York, og vit bíða nú eftir svari. Ætlanin er at gera nakrar fáar túrar á heysti 2019 - einar 4-6 túrar, sjeynda hvønn dag," sigur Jóhanna á Bergi.

Flogið verður við nýggja Airbus 320 neo-flogfarinum, sum Altantic Airways fær næsta ár. Í flogfarinum er pláss fyri 174 ferðafólkum.

Jóhanna á Bergi leggur aftrat, at tað annars framvegis eru góðir møguleikar at flúgva umvegis Keflavík til USA alt árið, men hon heldur, at tað er nakað heilt serligt, at binda Vágar og New York saman beinleiðis.

Stóran týdning fyri ferðavinnina

Og flogrutan kann fáa stóran týdning fyri føroysku ferðavinnuna, vísur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands á. Hon sigur, at talið av amerikanskum ferðafólkum í Føroyum er vaksið nógv seinastu árini, men tað fer ivaleyst at vaksa meira, um beinleiðis flogsamband verður millum Føroyar og New York. 

Visit Faroe Islands hevur lagt seg mest eftir at lýsa við Føroyum sum ferðamannamáli á evropeiska marknaðinum, men hevur eisini verið virkið á amerikanska marknaðinum. "Og nú fara vit helst at verða enn meira virkin á stóra amerikanska marknaðinum", sigur Guðrið Højgaard. Hon vísur á, at amerikansk ferðafólk eru keypisterk, tey keypa túrar og útferðir, og sum heild er Amerika ein góður marknaður. 

Danskir mynduleikar eisini góðkenna

Tá umsóknin er viðgjørd av amerikansku flogmynduleikinum, skulu eisini danskir myndugleikar góðkenna flogrutuna hjá Atlantsflogi millum New York og Føroyar. 

Amerikanski miðilin Aviator skrivar eisini, at flogrutan millum USA og Føroyar ferð at opna fyri nýggjar marknaðir bæði fyri ferðandi í USA og í Føroyum, tí onki annað flogfelag flýgur í løtuni millum londini.

Aviator leggur aftrat, at trý nýggj hotel eru í gerð í Havn, sum kunnu taka ímóti einum vaksandi eftirspurnini eftir gistingarplássum í Føroyum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521