Meirtilutin fær loksins sín vilja

22.12.2018 - 12:40
InnlendisPolitikkur
Meirtilutin fær loksins sín vilja
Málið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen er sett á skrá á komandi býráðsfundi á Tvøroyri eftir ynski frá Kristinu Roest

Tað er eftir umbøn frá Kristinu Roest, at málið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen er sett á skrá á komandi býrásfundi á Tvøroyri. Tað sigur Anita Vibergsdóttir, varðaborgarstjóri á Tvøroyri.

Biðið um nýggja viðgerð

Tvøroyrar býráð hevur givið borgarstjóranum loyvi at røkja bæði løgtings- og borgarstjórasessin samstundis, men eftir at nýggjur meirluti er komin í býráðum, hava tey í longri tíð biðið um at fáa málið til nýggja viðgerð, men uttan úrslit. Kristin MIchelsen fór í feriu frá borgarstjórasessinum 5. desember , og Anita Vibergsdóttir røkir tískil borgarstjórasessin í løtuni. Men Anita Vibergsdóttir sigur, at hetta ikki er orsøkin til, at málið nú loksins kemur á skránna, men at ein kæra frá Kristini Michelsen um Heilsu og Innlendsmálaráðið, sum hevur tikið langa tíð, er orsøkin til, at málið hevur drigið út.

Kristina Roest, býráðslimurin, sum bað um at fáa málið á skrá til komandi býráðsfund, hevur onga viðmerking til málið. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Kristini Michelsen, borgarstjóra.
 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454