Avgerð verður tikin um leiklutirnir hjá Kristini

Avgerð verður tikin um leiklutirnir hjá Kristini
Spurningurin um, hvørt Kristin Michelsen, løgtingsmaður og borgarstjóri, sleppur at røkja báðar sessirnar samstundis, verður avgjørdur í dag
 
29.12.2018 - 10:08

Málið um politisku leiklutirnar hjá Kristini Michelsen stendur loksins á dagsskránni, tá Tvøroyrar byráð á middegi í dag hevur býráðsfund.  

Sjeynda punkt á skránni er: 

"Loyvi borgarstjórans at virka sum borgarstjóri og løgtingslimur"

Tvøroyrar býráð hevur fyrr givið borgarstjóranum loyvi at røkja báðar sessirnar. Men eftir at nýggjur meiriluti er komin í býráðum, hava tey vilja havt málið til nýggja viðgerð, men higartil uttan úrslit.   

Men nú er málið loksins komið á skrá. 

Orsøkin er, at Anita Viðbergsdóttir, varðaborgarstjóri, hevur røkt borgarstjórasessin, meðan Kristin Michelsen hevur verið á feriu. Harvið hevur hon eisini havt ábyrgd av skránni fyri býráðsfundirnar. 

Býráðsfundurin á Tvøroyri verður í dag klokkan 12. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846