- Avloysaraskipið kann brúkast á øllum leiðum

28.12.2018 - 13:07
Innlendis›Samfelag
- Avloysaraskipið kann brúkast á øllum leiðum
Funnist verður at nýggja avloysaraskipinum hjá Strandferðsluni fyri at vera ov lítil til summar leiðir og ov stórur til aðrar.

Avloysarabáturin hjá Strandferðsluni kann brúkast til allar leiðir í Føroyum - eisini smáu oyggjarnar. 

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú funnist verður at avloysarabátinum fyri at vera ov stórur til summar leiðir og ov lítil til aðrar.

Andstøðutinglimir eru ónøgdir

Sáttmálin um at byggja ein nýggjan avloysarabát til Strandferðsluna verður væntandi undirskrivaður hálvan januar.

Tinglimir úr andstøðuni hava funnist at honum, tí hann tekur bara tríggjar bilar.

Ein onnur atfinning er, at hann heldur ikki hóskar til smærru oyggjarnar.

Kann brúkast á øllum leiðum

Avloysarabáturin kann brúkast á øllum leiðum - eisini teimum smáu. Tað hevur Strandferðslan kannað, sigur Hilmar Eliasen.

Orsøkin til, at avloysarabáturin er lítil, er júst at hann skal hóska til smáu oyggjarnar.

Og Strandferðslan hevur brúk fyri eini skjótari loysn.

Hoyr samrøðu við Hilmar Eliasen omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234