Formaðurin onga viðmerking um løgtingsmann

31.12.2018 - 16:47
InnlendisPolitikkur
Formaðurin onga viðmerking um løgtingsmann
Kristin Michelsen skal viðgerast innanhýsis í flokkinum, sigur Aksel V. Johannsen
Kristin Michelsen skal nú velja millum býráðið á Tvøroyri og løgtingið.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fæst ikki at siga, um hann vil, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, nú velur borgarstjórasessin og fer úr løgtinginum.

Býráðið á Tvøroyri samtykti leygardagin, at Kristin Michelsen skal velja millum borgarastjórasessin og løgtingssessin.

Javnaðarflokkurin hevur ikki kunnað lovað hinum í samgonguni eins nógvar atkvøður og tingfólk floksins eru.

Men formaður floksins, sum eisini er samgonguleiðari, vil ikki siga, um hann vil hava Kristin Michelsen at fara úr løgtinginum.

Aksel V. Johannesen var í sendingini Fjúsi fyrrapartin.

Vit hava roynt at fingið orð á Kristin Michelsen í dag, men til fánýtis.

Men hann segði leygardagin, at hann fer at ráðføra seg við sín sakførara, áðrenn hann tekur nakra støðu. 

Kristin Michelsen tekur við aftur sum borgarstjóri í morgin, eftir at hava verið í feriu síðani fyrst í desember.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375