Kommuna rindar sakførararokning um dupultmandatið

Kommuna rindar sakførararokning um dupultmandatið
Tvøroyrar kommuna hevur goldið 6.000 kr. til advoktafelagið Sókn, sum kannaði rættin hjá borgarstjóranum at vera bæði borgarstjóri og tingmaður
Kommunuskrivstovan á Tvøroyri.
 
14.01.2019 - 11:57

Tvøroyrar kommuna hevur goldið góðar 6.000 kr. til advoktafelagið Sókn, sum kannaði rættin hjá borgarstjóranum, Kristini Michelsen, at vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur.

Rokningin varð send 7.november.

Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri undrast um hetta, tí kommunan hevur ikki biðið um hesa kanningina.

Borgarstjórin hevur sjálvur biðið um hana og eigur tí eisini at gjalda hana sjálvur, heldur meirilutin.

Sambært kommunustýrislógini eigur borgarstjórin at síggja til, at neyðug ummæli verða fingin til kommunustýrisfundir. 

Borgarstjórin eigur eisini sambært somu lóg at ansa eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. 

Býráðið á Tvøroyri hevur samtykt, at Kristin Michelsen skal vejla millum at vera borgarstjóri ella tingmaður.

Hann hevur ikki boðað frá, at hann hevur gjørt tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659