Eiga at fáa ein nýggjan byggiharra at taka um enda

07.01.2019 - 15:52
Innlendis›Samfelag
Eiga at fáa ein nýggjan byggiharra at taka um enda
Jacob Vestergaard finst hvassliga at Mentamálaráðnum fyri at lata Landsverk halda fram sum byggiharra á skúlanum í Marknagili

Hóast Mentamálaráðið sigur, at arbeiðið verður skipað øðrvísi, og at eftirlitið við Landsverki verður hert, so er talan um sama leist, sum tá verkætlanin fór av sporinum, sigur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinignum.

Landsverk skal halda fram sum byggiharri í Marknagili. Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, segði við útvarpið fríggjadagin, at arbeiðið verður skipað øðrvísi frameftir, og at eftirlitið við Landsverk verður hert, nú arbeiðið við at gera skúlan lidnan verður tikið uppaftur.

Jacob Vestergaard, tingmaður, sær einki nýtt undir sólini við hesum leistinum, og hann vil hava nýggja serfrøði at taka um enda og gera skúlan lidnan, uttan at Landsverk er partur av arbeiðnum

14 milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2019 til at gera arbeiðið liðugt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026