Ov seint at fáa uttanhýsis ráðgevar inn nú

07.01.2019 - 15:25
Innlendis›Samfelag
Ov seint at fáa uttanhýsis ráðgevar inn nú
Hóast hon fyrr hevur biðið um uttanhýsis serfrøði til skúlabyggingina í Marknagili, so metir Sonja Jógvandóttir at tað er ov seint nú

Nú er ov seint at fáa uttanhýsis ráðgevar at kanna byggingina av skúlanum í Marknagili. Tað sigur uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir.

Hon segði annars í 2016, at arbeiðið við skúlabyggingini í Marknagili burdi steðgast, til ein uttanvelta meting varð gjørd av verkætlanini.

Undir orðaskiftinum um misálit á Rigmor Dam stutt fyri jól í fjør, fanst Sonja Jógvansdóttir hvassliga at landsstýriskvinnuni fyri ikki at hava lurtað í 2016.

Men nú so lítið manglar í at gera skúlan lidnan, gevur tað ikki meining at fáa uttanhýsis ráðgevar at kanna verkætlanina, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541