Landsstyrið ov stóra ávirkan á Fíggjarnevndina

18.01.2019 - 13:22
InnlendisPolitikkur
Landsstyrið ov stóra ávirkan á Fíggjarnevndina
Fíggjarnevndin verður stýrd av landsstýrinum, og tí er neyðugt við nýggjum formanni, sigur Jacob Vestergaard, limur í Fíggjarnevndini

Arbeiðið í Fíggjarnevndini hevur í longri tíð verið stýrt úr Tinganesi, og støðan í Fíggjarnevndini í løtuni er enn eitt dømi um tað. Tað sigur Jacob Vestergaard, limur í fíggjarnevndini fyri Fólkaflokkin.

Tí vil nýggi meirilutin í nevndini hava formansval, sigur Jacob Vestergaard.

Eingin fundur verður í Fíggjarnevndini so leingi, støðan um formanssessin er so ógreið. Tað sigur forkvinnan í Fíggjarnevndini, Ruth Vang. Og tað er leiðslan í samgonguni, sum skal loysa ógreiðu støðuna, sigur forkvinnan.

Jacob Vestergaard vísur á, at hetta er enn eitt dømi um, at tað er landsstýrið, sum stýrir fíggjarnevndini og ikki løgtingið. Og sambært tingmanninum fyri Fólkaflokkin, er tað ein trupulleiki fyri fólkaræðið, tá útinnandi valdið blandar seg í uppgávurnar hjá lóggevandi valdinum.

Nýggi meirilutin i Fìggjarnevndini hevur heitt á forkvinnuna um at áseta fund í nevndini sum skjótast, har teir millum annað vilja hava formansval á skrá. Tí er forkvinnusessurin hjá Ruth Vang hóttur.

Boðini úr samgonguni eru, at tað ikki kemur uppá tal, at samgongan missur formanssessin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373