- Best fyri politiska friðin

bannari
22.01.2019 - 10:15
InnlendisPolitikkur
- Best fyri politiska friðin
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at tað er best fyri politiska friðin, um Rigmor Dam fór frá sum landsstýriskvinna

Í gjár kom fráboðan frá Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinnuni í mentamálum, har boðað varð frá, at Rigmor Dam hevur biðið løgmann loysa seg úr starvi. 

Fráboðanin kemur í kjalarvørinum av byggigøluni í samband við byggingina av skúladepilinum við Marknagil. 

Rigmor Dam segði við útvarpstíðindini í gjár, at alt álitið millum Landsverk og mentamálaráðið nú er horvið, og fyrrverandi landsstýriskvinnan legði eisini Landsverk undir at hava afturhildið upplýsingar.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at nú tað eisini er greitt, at fleiri rokningar eru komnar undan kavi í samband við skúlabyggingina í Marknagili, er best, at Rigmor Dam fer frá sum landsstýriskjvinna í Mentamálum fyri at fáa politiskan frið.

Løgmaður tvíheldur tó um, at Rigmor Dam einki skeivt hevur gjørt í samband við skúlabyggingina í Marknagili.

Hoyr samrøðu við løgmann omanfyri. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112