SEV umhugsar kaðal til Suðuroyar

26.02.2019 - 09:50
InnlendisVinna
SEV umhugsar kaðal til Suðuroyar
-Tíðin og menningin ger, at fortreytir fyri orkuútbyggingum broytast, sigur Hákun Djurhuus, sum er farin at ivast í pumpuskipan í Suðuroynni
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

-Tíðirnar broytast alla tíðina, og harvið eisini fortreytirnar fyri teimum orkuútbyggingum, sum skulu gerast.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum er farin at ivast í, um tað er rætt at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni.

Sambært Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, sum er myndugleikin á økinum, var pumpuskipanin ein fortreyt fyri tí vindmyllulund í Porkerishaganum, sum nú í tólvta tíma er tódnað niður í helvt. 

-Vit hava skyldu at kanna og samanbera allar møguleikar, sigur Hákun Djurhuus, sum er ósamdur við Orku í, at pumpuskipanin var ein grundleggjandi fortreyt fyri vindmyllulundini í Porkerishaganum.

Sambært stjóranum verða nú trý alternativ umrødd í leiðsluni hjá SEV. Eitt alternativ er at leggja ein kaðal frá meginøkinum til Suðuroyar, eitt alternativ er at halda fast um pumpuskipanina í Suðri og eitt triðja alternativ er at gera bæði.

SEV boðaði Orkudeildini frá hesum í skrivi 1. februar, ein mánað áðrenn freistin at bjóða uppá vindmyllulundina er úti, 1. mars. Boðini fingu Orkudeildina at minka útboðið niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks megawatt.

Forstjórin í Magn skírir handfaringina av útboðnum at vera "óseriøsa." Sí innslag niðanfyri. 

Men sambært Hákuni Djurhuus ber væl til at bjóða 12 megawatt av vindorku út í Suðri, hóast pumpuskipanin ikki verður veruleiki í fyrsta umfari. Men hesum er myndugleikin á økinum, Orka á Umhvørvisstovuni, sum nevnt ósamdur í. 

Hoyr samrøðu við Hákun Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343