Minni enn ein kilometur eftir at bora

02.03.2019 - 13:02
InnlendisSamfelag
Minni enn ein kilometur eftir at bora
Væntandi verður seinasta skotið í Eysturoyartunlinum latið av um hálvan mai

Nú er minni enn ein kilometur eftir at bora av Eysturoyartunlinum, og væntandi verður komið í gjøgnum um hálvan mai.

Tað upplýsir stjórin í tunnilsfelagnum, Teitur Samuelsen.

Millum Hvítanes og rundkoyringina eru 997 metrar eftir at bora, og millum rundkoyringina og Rókina eru 406 metrar eftir.

Sambært sáttmálanum verður koyrandi í Eysturoyartunlinum í 2020, og í løtuni heldur tíðarætlanin, sigur Teitur Samuelsen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360