Síggja ikki sjónvarp og hoyra ikki FM í Sandoynni

Síggja ikki sjónvarp og hoyra ikki FM í Sandoynni
Toran slerdi niður á Knúki, og el-talvan í húsinum, har sendiútgerðin stendur, er farin
 
08.12.2014 - 10:57

Í gjáramorgunin slerdi toran niður á Knúki í Sandoynni, og tað hevur við sær, at fólk ikki síggja televarpið, og heldur ikki fáa lurtað eftir FM í útvarpinum.

Tá toran slerdi niður, fór el-talvan í húsinum, har sendiútgerðin stendur.

Fólk frá Føroya Tele eru farin at kanna skaðan, og tey hava eisini útgerð við sær. 

Enn ber ikki til at siga nakað um, nær útgerðin verður í lagi aftur, tí tað veldst um, hvussu álvarsligur skaðin er.

Tað eru fólk á Sandi, og í pørtum av Kirkjubø og Velbastað, sum ikki síggja televarpið, og fólk hoyra heldur ikki FM.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334