- Okkum tørvar eitt Heilsustjóraembæti

20.03.2019 - 18:10
Innlendis›Heilsa
- Okkum tørvar eitt Heilsustjóraembæti
Formaðurin í Læknafelagnum mælir til at vaska talvuna reina og skipa heilsuverkið av nýggjum undir einum Heilsustjóraembæti
Pál Weihe gevur teimum rætt, sum eftirlýsa heilsufakligan førleika oman fyri heilsuverkið

Pál Weihe er gamal í garði í føroyska heilsuverkinum. Hann er formaður í Læknafelagnum og hevur verið læknastjóri í meia enn 10 ár. 

Aktuelli orðadrátturin millum politikarar um játtan og viðgerðir og eisini seinasta uppsøgnin hjá stjóranum í heilsuverkinum kemur ikki heilt óvart á.

Men eitt hevur fest seg hjá Pál Weihe, og tað eru umbønirnar, sum koma úr øllum fakligum herðashorum í hesum døgum um at fáa heilsufakliga før fólk ímillum seg og so embætisverkið og politikararnar.

Nú Sirið Stenberg, landsstyriskvinna, arbeiðir við at yvirtaka landslæknaembætið, heldur hann, at stundin er komin at stovna eitt Heilsustjóraembæti, sum skal fáa alla ta samlaðu játtanina uppá umleið 1,2 milliardir, og sum skal hava tvinnar høvuðsuppgávur: at fáa sum mest burtur úr rakstrinum, umframt at leggja strategiskar heilsufakligar ætlanir fyri føroyska heilsuverkið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040