Avbjóðingin er um alt landið

06.04.2019 - 18:58
InnlendisPolitikkur
Avbjóðingin er um alt landið
Trupulleikin við dupultfunktiónum til borgarar við aldurstengdum sjúkum er ikki bert galdandi í Suðuroynni, men um alt landið, sigur Edvard Heen.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, vísur á, at trupulleikin við dupultfunktiónum til fólk undir 67 ár, sum verða rakt av aldurstengdum sjúkum, ikki bert er ein trupulleiki í Suðuroynni, men eisini í restini av landinum.

Í gjár var var ein semja gjørd millum landsstýrið og Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni um eina royndarskipan í tvey ár, har eldraøkið í Suðuroynni skal hava ábyrgdina av teimum, sum eru yngri enn 67 ár, og sum hava aldursrelateraðar sjúkur.
Við skipanini fær eldraøkið í Suðuroy 3,2 milliónir krónur.

Orsøkin til royndarskipanina er bæði, at pengar vanta í á eldraøkinum í Suðuroy, men eisini, at Almannaverkið hevur havt vánaligar karmar og ov fá tilboð til ávísar borgarar, síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið, og harvið eisini ellisheimini og sambýlini.

Edvard Heen vísir á, at fólk undir 67 kunnu fáa sjúkur, sum ofta eru tengdar at aldri, og tá kann tað vera skilagott at brúka hentleikarnar eitt nú á ellisheimum. Hetta er bæði bíligari og gevur betri góðsku, og tí fegnast hann um royndarskipanina í Suðuroynni. Hann vónar tó, at landsstýrið fer at endurskoða skipanina kring alt landið, um tað vísir seg, at skipanin í Suðuroynni riggar væl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815