Kommunurnar fara at skráseta leigubústaðir

17.04.2019 - 12:28
Innlendis›Samfelag
Kommunurnar fara at skráseta leigubústaðir
Kommunurnar fara at skráseta leigubústaðir, og gongd er í málinum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Fundur verður um málið í mai, sigur Eyðun Christiansen. Tá talan ikki er um eitt krav, men bara um eina heimild, er eingin kommuna farin at skráseta góðkendar leigubústaðir.

Tað er niðurstøðan hjá Leigunevndini, nú átta mánaðir eru farnir, síðani leigulógin varð broytt soleiðis, at kommunur kunnu skráseta góðkendar leigubústaðir.

Niðurstøðan hjá Leigunevndini er tí, at lógarheimildin ongan virknað hevur haft. Men, sigur stjórin í Kommunufelagnum, skrásetingin verður gjørd.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775