- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki loyvt at fremja blasfemi í Føroyum
Nógvir føroyingar hava í seinastuni kjakast um Rasmus Paludan, formann fyri flokkin Stram Kurs í Danmark. Tað snýr seg um ógvisligu blasfemisku útsagnirnar hjá honum, tá hann og flokkurin skipa fyri mótmælisgongu. Onkuntíð fer hann so langt sum at brenna koranina. Hetta hevur hann loyvi til, tí grein 140 í donsku revsilógini, tann sonevnda “blasfemigreinin”, varð avtikin í Danmark í 2017. Men at fremja blasfemi er ólógligt í Føroyum. Føroyar yvirtóku revsilógina í 2010, t.v.s. hon er vorðin føroysk lóg nú, og grein 140 er framvegis galdandi í Føroyum. Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, er sannførdur um, at hendan lógargreinin er góð at hava, tí hon virkar fyribyrgjandi. Tað er sjón fyri søgn, at Paludan misbrúkar talufrælsið og leggur upp til ófrið, heldur Jógvan Páll. Hetta hevði ikki kunna latið seg gera, um grein 140 ikki varð avtikin. Hendan greinin hevur nakrar fáar ferðir verðið brúkt í nýggjari tíð, men tó er ongin dømdur evstu revsing, fongsul í 4 mánaðir, fyri at hava framt blasfemi - tí "tað skal øgiliga nógv til", sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur. Grein 140 í føroysku revsilógini er soljóðandi: “Den, der offentlig driver spot med eller forhåner noget her i landet lovligt bestående religionssamfunds troslærdomme eller gudsdyrkelse, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 måneder.”