Sernám kúvendir í málinum um málmenning

03.05.2019 - 14:44
InnlendisSamfelag
Sernám kúvendir í málinum um málmenning
Sambært tíðindaskrivi, sum stjórin í sernámi hevur sent út í morgun, heldur málmenningarskipanin ikki bara fram. Hon skal eisini útbyggjast.

Fyri minni enn einum mánaði síðan segði stjórin í Sernámi í teldubrævi til foreldur at børnum, sum hava fingið hjálp til málmenning, at tænastan bleiv niðurløgd beinanvegin.

Henda avgerð kom sera illa við hjá foreldrunum, tí børnini, sum vóru við í hesari málmenningarskipanini, høvdu gjørt stór framstig.

Foreldrini funnust at avgerðini og tey fýltust eisini á at tað ikki bar til at fáa orð á leiðsluna í Sernámi um málið. Serliga, tí stovnurin ikki hevði nakað annað at seta ístaðin.

Avgerðin kom eisini óvart á Honnu Jensen, landsstýriskvinnu við skúlamálum, sum ikki visti av avgerðini.

Og í dag tók málið so eina nýggja vend. Í tíðindaskrivi kunnar stovnurin um, at skipanin við Karlstad-modellinum ikki bara heldur fram. Hon skal eisini útbyggjast, so hon ikki verður so viðbrekin, sum hon sambært stjóranum á Sernámi er; og so hon kann útbyggjast til at vera landsdekkandi.

Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at leiðslan í Sernámi hevur kúvent í málinum.

Hoyr alt innslagið við at trýstá á pílin.

Les annars tíðindaskrivið í hesum tíðindastubbanum:

http://kvf.fo/greinar/2019/05/03/sernam-kuvendir

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201