- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eygleiðari: Uppskot um breiða samgongu vekir ans
Tað hevur vakt ans í politiska landslagnum í Danmark, at Pia Kjærsgaard, fyrrverandi forkvinna í Danska fólkaflokkinum, hevur skotið upp, at Danski fólkaflokkurin, Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa eina meirilutastjórn í Danmark eftir fólkatingsvalið 5.juni.
Frammanundan hevur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, nevnt møguleikan fyri, at Vinstri og Javnaðarflokkurin skipa stjórn.
Men tað hevur Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, víst aftur.
Hon ætlar, at Javnaðarflokkurin skal skipa stjórn einsamallur eftir valið og tingast við báðar politisku veingirnar í fólkatinginum.
Pia Kjærsgaard sigur, at tað er neyðugt at skipa eina meirilutastjórn eftir valið, tí politiskur ótryggleiki valdar í Danmark, nú flokkarnir báðumegin miðjuna seta so stór krøv.
Kaj Joensen, tíðindamaður á Christiansborg, sigur, Danski fólkaflokkurin missir nógvar veljarar til Javnaðarflokkin og Vinstra.
Tak niður
Sí eisini