Útlendingapolitikkur eyðkennir valstríðið

bannari
19.05.2019 - 16:46
Innlendis›Politikkur
Útlendingapolitikkur eyðkennir valstríðið
Tað sigur Kaj Joensen, journalistur á Chrtistianborg, um danska fólkatingsvalstríðið

Tað er í stóran mun útlendingapolitikkur og harður retorikkur, sum eyðkennir valstríðið í Danmark.

Veljarakanningarnar seinastu tíðina vísa, at var val í dag, hevði reyði blokkur við Mette Frederiksen á odda vunnið valið.

Tað er kanska undranarvert, at reyði blokkur liggur til at vinna, tá útlendingapolitikkur fyllir so nógv. Tí útlendisgapolitikkurin fylti nógv til seinasta val, sum blái blokkur í stóran mun vann upp á. Men orsøkin er helst greiði politikkurin hjá danska javnaðarflokkinum, sigur Kaj Joensen.

Umframt danska javnaðarflokkin eru teir smái flokkarnir eisini væl við. "Stram kurs" - flokkurin hjá rasmus Paludan - og "Nye borgerlige" høvdu báðir fingð nakrar fólkatingssessir sambært veljarakanningunum. Og tað er ivaleyst tann harði retorikkurin, sum flytir teir báðar flokkarnir framá.

Hann leggur aftrat, at tann harði retorikkurin verður ivaleyst harðari teir komandi 16 dagarnir, sum eru eftir av valstríðnum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541