- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
– Onkuntíð kann eg undrast á, at ein slíkur sum eg kann hava havt øll hesi størvini.
Edmund Joensen hevur havt øll tey fremstu og týdningarmestu álitisstørvini, sum ein føroyskur politikari kann ynskja sær.
Hann var Føroya løgmaður í størstu krepputíð í nýggjari tíð. Hann hevur verið løgtingsformaður, og nú er hann valdur á fólkating fyri fjórðu ferð.
Hann viðgongur, at hann hevur runnið sum fluga í fløsku stóran part av lívinum, og tí hevði tað ikki borið til uttan konuna Edfríð.
Hoyr prátið við Edmund Joensen, sum varð gjørt dagin eftir, at hann vann fólkatingssessin aftur. Síðst politiska starvið, sum hann fer at røkja, tí hann stillar ikki upp aftur til løgtingsvalið.