- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær løn fyri at vera á Instagram
16.07.2019 - 16:51
Innlendis›Tøkni
Fær løn fyri at vera á Instagram
Teresa Reinert Ovenberg fær pengar frá føroysku fyritøkum fyri at lýsa við vørum á sínum Instagram-vanga
Instagram er appin, sum ungdómurin brúkar nógv. Tað hava fyritøkur eisini funnið útav. Uttanlands er hetta ein vinnuvegur hjá fleiri ungum fólkum, sum vinna sær nógvan pening við at leggja myndir út av vørum, sum fyritøkur geva teimum í gávu.
Í Føroyum hevur hetta fyribrigdi eisini vundið uppá seg. Føroyskir ungdómar - eitt nú Teresa Reinert Ovenberg - tjena eisini pengar frá føroyskum fyritøkum við at leggja vakrar sjálvsmyndir út, meðan tær vísa á vøruna, sum fyritøkan hevur sent teimum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV