Til minnis um pápa mín

19.07.2019 - 16:15
ListTónleikur
Til minnis um pápa mín
Laurens Joensen er hálvur føroyingur, føddur og búsitandi í Hollandi. Hann var sonur Marius Joensen, ið var bassleikari við The Rabbits í trýssunum.

Marius Joensen, eisini nevndur Marius á Hvítanesi, var kendur í føroyska tónleikaumhvørvinum í trýssunum.

Hann spældi bass við vælumtókta bólkinum The Rabbits og varð í nøkur ár giftur við sangarinnuni Lív Dam, ið hann eisini fekk eina dóttir saman við.

Nøkur ár aftaná, at tey bæði vórðu skild, flutti Marius Joensen til Hollands, og har búði hann, líka til hann doyði fyri hálvum øðrum ári síðani.

Laurens Joensen er eisini tónleikari, eins og pápin, og fyri fyrstu ferð í tjúgu ár er hann komin aftur til Føroyar.

Endamálið við ferðini er at minnast pápa sín, og at fáa betur samband aftur við røturnar í Føroyum.

Saman við Martini Joensen spældi Laurens fimm konsertir í Føroyum, og í samrøðuni hoyrast upptøkur frá konsertini í Fjósinum á G! festivalinum í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870