- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum

Hvat veitst um jólini?
Tú kanst royna tína vitan um jólini, tá vit halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ómøguligt, ið onkursvegna hevur samband við jólini.
Jólahugnin og góði hýrurin eru eisini í hásæti, tá væluppløgdu luttakararnir fara at royna seg. Annað liðið verður mannað av Siri Súsonnudóttir Hansen og Eiler Fagraklett, ið eru millum mest jólaligu føroyingarnar. Hitt liðið er sett saman av Joanu Johansen og Ásbirni Bertholsen, ið eru lærarar á Tórshavnar Musikskúla. Og fyri sangarar, tónleikarar og tónleikalærarar eru jólini ein serlig høgtíð - og tað merkist aftur á Quiztinum.
Gleð teg, tí tú kanst hoyra sendingina her!

Á quiztinum
Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.
Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.
Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.










