Laksaprísurin fallin við einum triðingi

21.09.2019 - 18:50
InnlendisVinna
Laksaprísurin fallin við einum triðingi
Norskur alilaksur varð í gjár seldur fyri minni enn 40 norskar krónur fyri kilo. Føroyskur alilaksur merkir tó enn ikki sama prísfall

Prísurin á laksi er lækkaður nógv seinastu tríggjar mánaðirnar. Í Norra fór prísurin í gjár niður um 40 norskar krónur fyri kilo, og er nú undir framleiðslukostnaðinum fleiri staðni. Í juli var prísurin omanfyri 60 krónur fyri kilo.

Í Føroyum er prísurin ikki lækkaður so nógv sum í Norra, men hann er eisini væl lægri nú, enn hann var í summar, sigur Atli Gregersen. Stjórin í Luna metir orsøkina til stóru príslækkingina vera, at óvanliga nógvur laksur er á marknaðinum.

Lækkandi laksaprísurin kann eisini fáa stóra ávirkan á inntøkur landskassans. Sambært fíggjarlógini fyri 2019 roknar landskassin við at fáa 164 milliónir krónur í tøkugjaldi frá alivinnuni í ár.

Eftir lógarbroytingina, sum varð samtykt í desember í fjør, rindar alivinnan fimm prosent í tøkugjaldi, tá laksaprísurin er omanfyri 36 krónur/kilo. Her er talan um danskar krónur.

Tá prísurin er millum 36 og 32 krónur kilo er tøkugjaldið 2,5 prosent, og fer prísurin niðurum 32 krónur/kilo, fer tøkugjaldið niður í 0,5 prosent.

Laksaprísurin tekur støði í altjóða marknaðarprísinum, soleiðis sum hann er ásettur í sonevnda Fish Pool Index.

Tøkugjaldið er at rokna sum eitt loyvisgjald fyri framíhjárættin at brúka føroysku firðirnar til laksaaling.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985