Nón

Nón - 16. oktober 2019
16-10-2019
Søgur úr býnum, Mín krýnika 5, Mítt listarverk, heimsins størsta smoltstøð og Mentanarálmanakkin komandi vikuna

Søgur úr býnum er nýtt stuttsøgusavn eftir Jón Thorsteinsson. Vit fáa orðið á høvundin.
Vit hitta eisini Jógvan Arge, sum hevur latið úr hondum Mína krýniku nummar 5, og hesuferð við heitinum Úr ymsum heraðshornum.
Mítt listarverk er regluligur táttur í Nón MentanarMikudagar, og í dag fara vit á gátt hjá Kitty May Ellefsen, sum sigur okkum søguna um hennara yndislistarverk.
Saman við Alberti Isfeld, arkitekti, fara vit at ummæla heimsins størstu smoltstøð - nevniliga smoltstøðina hjá Bakkafrosti, ið stendur í grótbrotinum á Strond norðanfyri byrgingina um Haraldssund. Eisini hitta vit arkitektin Ósbjørn Jacobsen, hvørs teknistova hevur teknað smoltstøðina, og Rógva Jacobsen, ið er leiðari á smoltstøðini.
Og vit enda við Mentanarálmanakkanum, hagani vit fáa eitt innlit í hvat hendir á føroyska mentanarpallinum komandi vikuna.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022