Sosialir miðlar eiga at dragast inn í frálæruna

17.10.2019 - 18:11
Innlendis›Tøkni
Sosialir miðlar eiga at dragast inn í frálæruna
Tað kann vera gagnligt fyri frálæruna í fólkaskúlanum, um lærarar læra seg at draga sosialar miðlar inn í frálæruna, halda lærarar
Selma Larsen og Bodil Jacobsen hava í bachelorritgerð víst á, at tað eru nógvir fyrimunir, um sosialir miðlar verða brúktir í frálæruni í fólkaskúlanum.
Mynd: Uni Leitisstein Hansen  

Facebook, Youtube, Snapchat, Instagram, WhatsApp....

Sosialu miðlarnir eru nógvir, men teir hava eitt til felags: Teir eru ein óloysiligur partur av lívinum og gerandisdegnum hjá børnum og ungu í dag.

Men innanfyri skúlagátt í føroyska fólkaskúlanum verða sosialu miðlar sæddir sum nakað, sum hoyrir frítíðini til. 

Í sambandi við bachelorritgerðina á Námsvísindadeildini, valdu Selma Larsen og Bodil Jacobsen at kanna, um sosialir miðlar kunnu brúkast í frálæruni í skúlanum, og á tann hátt minka gjónna millum mátan, sosialir miðlar verða uppfatari innan skúlansgátt, og tann leiklut, teir hava í lívinum hjá skúlabørnunum.

Kanningin hjá Bodil Jacobsen og Selmu Larsen avdúkaði, at føroyski fólkaskúlin er illa búgvin út til at lofta nýggju tøknini við snildtelefonum og teimum møguleikum, sum tøknin gevur.

Og har í liggur so næsta stóra avbjóðingin hjá fólkaskúlanum, tá tað snýr seg um sosialar miðlar og talgilding. Eigur fólkaskúlin ikki eisini at læra skúlanæmingar um, hvussu teir skulu bera seg at á sosialu miðlunum?

Formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, er ikki í iva, at tað eigur fólkaskúlin, men hetta verður ikki gjørt í nóg stóran mun í løtuni.

Lyklaorðið her er talgildisbúgving, sambært Bodil Jacobsen, also, at børnini verða búgvin út til, hvussu tey skulu bera seg at á netinum. 

Men skulu sosialir miðlar og talgildisbúgving gerast ein natúrligur partur av frálæruni í fólkaskúlanum, so er neyðugt, sum formaðurin í lærarafelagnum eisini vísa á, at hetta verður sett inn í námsætlanirnar, halda Bodil Jacobsen og Selma Larsen.

Selma Larsen og Bodil Jacobsen leggja tó dent á, at hetta við at vísa á møguleikarnar at brúka sosialar miðlar í frálæruni ikki skal uppfatast soleiðis, at tankin er at tað skal yvirtaka ta siðbundnu frálæruna, sum er hornasteinurin í fólkaskúlanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809