26 fakfeløg stúra fyri Samhaldsfasta

24.10.2019 - 07:37
InnlendisSamfelag
26 fakfeløg stúra fyri Samhaldsfasta
Fakfeløgini stúra framvegis fyri, at landsstýrið fer at gera seg inn á Arbeiðsmarkanaðareftirlønargrunnin. Latið Samhaldsfasta fáa frið, siga tey

Í felags yvirlýsing sláa 26 fakfeløg manngarð um Samanhaldsfasta. Yvirlýsingin kemur eftir fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, 7. oktober, har ætlanin hjá landsstýrinum at broyta verandi pensjónsskipan varð umrødd.

Á fundinum við fakfeløgini vísti Jørgen Niclasen á, at ætlanin er ikki at nerta Samhaldsfasta, men at ein aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn. Enn er ikki greitt, hvussu hesin grunnur skal virka. 

Les eisini: Jørgen roynir at sissa fakfeløgini.

Hoyr samrøðu við Sonju Jógvansdóttir, samskipara hjá Samtaki, við at trýsta á pílin undir myndini.

FAKTA: YVIRLÝSINGIN FRÁ 26 FAKFELØGUM:

Latið Samhaldsfasta fáa frið!

Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er ein sólskinssøga og riggar væl. Útgjaldið í dag er 5.590 kr um mánaðin, og tað er eitt týðandi ískoyti hjá øllum pensjonistum. Øll rinda, og øll fáa – ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir.

Um samgongan ætlar at gera broytingar í pensjónini, so skal tað ikki gerast við at fara eftir Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjonistum í dag.

Grunnurin fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við politikarum úr øllum flokkum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava inngoldið í og umsitið grunnin ábyrgdarfult frá byrjan, og hetta sæst aftur í dag.

Samhaldsfasti hevur prógvað sítt virði og er fyri øll, tað skal hann framhaldandi vera.

Boðskapurin frá undirritaðu fakfeløgum er greiður – latið Samhaldsfasta fáa frið.

Akademikarafelag Føroya

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Bioanalytikarafelagið

Fakfelagssamstarvið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Handverkarafelag

Føroya Fiskimannafelag

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Grafiska Yrkisfelagið

Havnar Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Handverkarafelag

Heilsuhjálparafelag Føroya

Heilsurøktarafelagið

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Landsfelag Handverkaranna

Ljósmøðrafelag Føroya

S&K Felagið

Samtak

Skála Handverkarafelag

Starvsmannafelagið

Vágs Handverkarafelag

Tvøroyar Handverkarafelag

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211