Breddin: Ewald Kjølbro legði hornið á

29.10.2019 - 16:16
InnlendisSamfelag
Breddin: Ewald Kjølbro legði hornið á
Samrøðan við fyrrverandi stjórin í Landsverki endaði við, at Ewald Kjølbro legði hornið á

Bandaða samrøðan millum journalistin og Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóra í Landsverki fekk ein bráðan enda.

Ewald Kjølbro legði hornið á, tí hann var ikki nøgdur við spurningarnar.

Vildi ikki svara øllum spurningum

Frammanundan hevur redaktiónin í Breddanum sent Ewald Kjølbro nakrar spurningar í samband við eina 30 minuttirs reportasju um yvirtøkuna av Asfaltsverkinum á Sundi.

Breddin: Søgan um dýra Asfaltverkið á Sundi

Ewald Kjølbro vil í fyrstu syftu ikki gera samrøðu um málið.

Orsøkin er, sigur hann, at hann longu hevur svarað Landsgrannskoðanini spurningunum, og tað er longu tikið við í ársfrágreiðingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevur almannakunngjørt.

Samrøðan fekk eina løgna vend

Ewald Kjølbro vil kortini gera telefonsamrøðu um nýggju upplýsingarnar um støðulýsingina av Asfaltverkinum, sum hann, sum táverandi stjóri á Landsverki bað sína umsiting at taka burturúr frágreiðingini, sum varð send Samferðslumálaráðnum.

Samrøðan fær eina løgna vend. Og tí senda vit hana her í fullum líki. Hon er sløk fimm minuttir til longdar.

Hoyr eisini alla sendingina: Breddin týsdagin 29. oktober

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512